Miklamálgrunnurin

Tilfeingisslag:

Miklamálgrunnurin er eitt stórt, fjølbroytt savn av føroyskum tekstum, sum tú kanst leita í. Her kanst tú kanna, hvussu orð og orðasambond verða brúkt, hvussu ofta tey koma fyri, og finna dømi úr ymiskum tekstasløgum og tíðarskeiðum. Tú kanst eisini leita eftir bendingum og málfrøðiligum eginleikum.

Far til amboð

Á leitisíðuni hjá Miklamálgrunninum kanst tú leita í einum stórum og fjølbroyttum savni av føroyskum tekstum úr ymiskum keldum og tíðarskeiðum. Her kanst tú kanna, hvussu orð og orðasambond verða brúkt í veruligum tekstum, og hvussu ofta tey koma fyri.

Tú kanst leita eftir einstøkum orðum, orðasambondum og leitorðum, har tú eisini fært úrslit við ymiskum bendingarsniðum av sama orði. Tekstirnir eru mállæruliga markaðir, og tí ber eisini til at leita eftir orðaflokkum og málfrøðiligum eginleikum, eitt nú kyni, tali og falli. Harumframt kanst tú avmarka leitingina eftir upplýsingum sum útgávuári, tekstaslagi og høvundi.

Dømi um leiting: Er tað vanligari at skriva “mamma mín” ella “mín mamma”? Í Miklamálgrunninum kanst tú leita eftir báðum orðaraðunum og samanbera, hvussu ofta tey koma fyri. Tú kanst eisini leita eftir leitorðinum “mamma,” so bendingarsnið sum “mammu” og “mammurnar” verða tikin við, og kanna, um orðaraðið er ymiskt í t.d. stílum, yrkisbókmentum og fagurbókmentum.

Miklamálgrunnurin kann brúkast til undirvísing, málgransking og hjá øllum, sum eru forvitin um føroyskt mál. Hann kann t.d. hjálpa tær at finna dømi um málbrúk, samanbera orðingar og kanna, hvussu málið broytist.

Leitiskipanin byggir á Korp, og tekstirnir eru mállæruliga markaðir við at brúka BRAGD og Bendingar. Ein partur av Miklamálgrunninum kann takast niður á Hugging Face.

MiklamálgrunnurinMiklamálgrunnurin
Scroll to Top