Meting av málmyndlum

Tilfeingisslag:

Síggj, hvussu ymiskir málmyndlar klára seg á føroyskum. Úrslitini byggja á sjálvvirkandi royndir hjá EuroEval og gera tað lætt at samanbera málførleikarnar hjá ymiskum málmyndlum.

Far til amboð

Her kanst tú síggja og samanbera, hvussu ymiskir málmyndlar klára seg á føroyskum. Málmyndlarnir verða royndir í fleiri ymiskum máluppgávum, eitt nú málfatan, tekstflokking, spurningum og øðrum uppgávum. Úrslitini verða sjálvvirkandi roknað av EuroEval og geva eina yvirskipaða mynd av, hvussu væl ymisku málmyndlarnir duga føroyskt.

Úrslitini eru vegleiðandi. Tey vísa, hvussu málmyndlarnir klára tær ávísu uppgávurnar í EuroEval, men siga ikki einsamøll alt um, hvussu góður ein málmyndil er til allar hugsandi uppgávur. Tey kunnu tó geva eina góða ábending um føroysku málførleikarnar hjá málmyndlunum og gera tað lættari at samanbera teir.

Meting av málmyndlumMeting av málmyndlum
Scroll to Top