Miklamálgrunnurin latin upp

Fríggjadagin 23. oktobur varð Miklamálgrunnurin almannakunngjørdur og lagdur fram á Føroyamálsdeildini. Nýggja leitisíðan gevur øllum møguleika at leita í 200 milliónum føroyskum orðum og kanna, hvussu føroyskt mál verður brúkt í veruligum máli. Miklamálgrunnurin er eitt stórt og fjølbroytt savn av føroyskum tekstum úr ymiskum keldum og tíðarskeiðum. Fyrsta útgávan, MMG-2026, fevnir um 83 undirmálgrunnar

Miklamálgrunnurin latin upp Les víðari »

Ver við til at menna føroyska teldutýðing

Talan er um eitt stórt stig fyri føroyska máltøkni, nú nýggi týðingarpallurin um.setur.fo er latin upp. Heimasíðan er partur av eini týðingarverkætlan, sum er stuðlað av Granskingarráðnum. Málið er at menna ein dygdargóðan og opnan teldutýðara úr enskum til føroyskt, sum tryggjar okkum føroyingum størri ávirkan á okkara egna talgilda mál. Fyri at gera týðingarnar

Ver við til at menna føroyska teldutýðing Les víðari »

Rák í 2025: Raðfesting og politiskt rótfesti

Nú árið 2025 fer at halla, hyggja vit á Máltøknideplinum aftur á eitt ár, har føroysk máltøkni veruliga er komin í miðdepilin, bæði altjóða, fakliga og politiskt.  Føroyskt umboðað á heimsstøði Árið byrjaði við týðandi altjóða luttøku. Í februar vitjaði Máltøknidepilin høvuðssætið hjá UNESCO í París á ráðstevnuni LT4ALL. Her vórðu Barbara Scalvini, Iben Nyholm

Rák í 2025: Raðfesting og politiskt rótfesti Les víðari »

Frí teldutala og talukenning

Grunnurin Talutøkni hevur nú fingið amboðini Teldutala.fo og Dictus út til øll lesandi í Føroyum. Soleiðis verður gerandisdagurin lættari hjá teimum, sum hava verri við at skriva og lesa. Við Teldutala.fo kanst tú fáa tekst lisnan upp á føroyskum, og øll hava atgongd til hesa heimasíðuna. Tú mást bara stovna tær ein ókeypis brúkara fyrst.

Frí teldutala og talukenning Les víðari »

Scroll to Top