Miklamálgrunnurin latin upp

Fríggjadagin 23. oktobur varð Miklamálgrunnurin almannakunngjørdur og lagdur fram á Føroyamálsdeildini. Nýggja leitisíðan gevur øllum møguleika at leita í 200 milliónum føroyskum orðum og kanna, hvussu føroyskt mál verður brúkt í veruligum máli.

Miklamálgrunnurin er eitt stórt og fjølbroytt savn av føroyskum tekstum úr ymiskum keldum og tíðarskeiðum. Fyrsta útgávan, MMG-2026, fevnir um 83 undirmálgrunnar við eitt nú nettekstum, lógum, tingfundum, almennari kunning og eldri tekstum.

Tekstirnir eru mállæruliga markaðir, og tí ber til at leita eftir orðum, leitorðum og málfrøðiligum eginleikum, eitt nú kyni, tali og falli. Eisini ber til at avmarka leitingina eftir tekstaslagi, útgávuári og høvundi.

Hvat kann Miklamálgrunnurin brúkast til?

Við Miklamálgrunninum kanst tú kanna, hvussu orð og orðasambond verða brúkt, og hvussu ofta tey koma fyri. Er tað til dømis vanligari at skriva “tekur atlit til” ella “hevur atlit til”? Og er tað vanligari at skriva “… at hon ikki fór” ella “… at hon fór ikki”?

Við at leita í tekstasavninum kanst tú samanbera orðingarnar og finna dømi um, hvussu tær verða brúktar í veruligum tekstum.

Møguleikarnir eru nógvir. Næmingar og lærarar kunnu brúka grunnin til málkanningar og finna dømi til føroyskundirvísingina. Málgranskarar kunnu kanna orðarað, bendingar og málbroytingar, og fólk, sum arbeiða við teksti, kunnu kanna, hvussu ymiskar orðingar verða brúktar.

Fleiri ára arbeiði

Arbeiðið við Miklamálgrunninum hevur verið í gongd síðan 2023. Á Máltøknideplinum hava vit savnað inn, reinsað og viðgjørt stórar mongdir av føroyskum teksti. Tekstirnir eru komnir úr nógvum ymiskum keldum og í ymiskum sniðum, og nógv arbeiði hevur verið lagt í at skipa tilfarið, beina burtur endurtøkur og gera tað klárt til leiting.

Verkætlanin hevur fingið stuðul frá Nordplus Nordic Languages, og Árnastovnurin í Íslandi hevur veitt ráðgeving.

Eitt grundarlag fyri framtíðina

Miklamálgrunnurin er ikki bara eitt leitiamboð. Hann er eisini eitt týdningarmikið grundarlag undir gransking og menning av føroyskari máltøkni. Við at savna og skipa føroyskar tekstir verður málið skjalfest, og nýggir møguleikar verða skaptir fyri at menna máltøknilig amboð og málmyndlar.

Ætlanin er at geva út nýggjar útgávur av Miklamálgrunninum, har vit støðugt leggja meir tilfar afturat.

Miklamálgrunnurin er nú opin fyri øllum á miklamal.setur.fo.

Vit vóna, at nógv fara at fáa gleði av nýggja amboðnum.

Farið nú og forvitnist!

Scroll to Top