Rák í 2025: Raðfesting og politiskt rótfesti

Nú árið 2025 fer at halla, hyggja vit á Máltøknideplinum aftur á eitt ár, har føroysk máltøkni veruliga er komin í miðdepilin, bæði altjóða, fakliga og politiskt. 

Føroyskt umboðað á heimsstøði

Árið byrjaði við týðandi altjóða luttøku. Í februar vitjaði Máltøknidepilin høvuðssætið hjá UNESCO í París á ráðstevnuni LT4ALL. Her vórðu Barbara Scalvini, Iben Nyholm Debess og Dávid í Lág boðin at leggja fram um arbeiðið við føroyskari máltøkni fyri meira enn 400 luttakarum úr øllum heiminum. Ein týðandi niðurstøða var, at máltøknilig menning eigur at verða drivin av staðbundnum tørvi. Hetta er ein hugsjón, sum vit arbeiða miðvíst eftir.

Í marsmánaði vóru hesi somu trý eisini á ráðstevnuni NoDaLiDa/Baltic-HLT 2025 (Nordic Conference on Computational Linguistics/Baltic Conference on Human Language Technology) í Tallinn í Estlandi. Ráðstevnan var sera gevandi fyri granskararnar, sum fingu høvi at leggja fram um egna gransking og hoyra um aðra spennandi gransking í grannalondunum innan somu evni. Eisini eru ráðstevnur sum hendan høvi at hitta samstarvsfelagar til framtíðar verkætlanir, og fleiri sambond komu í lag her. Har vóru 5 framløgur um føroyskt mál, og tað er lutfalsliga nógv. Tey áhugaðu kunnu lesa greinarnar til hesar framløgurnar her: 

Rethinking Low-Resource MT: The Surprising Effectiveness of Fine-Tuned Multilingual Models in the LLM Age

Prompt Engineering Enhances Faroese MT, but Only Humans Can Tell

What’s Wrong With This Translation? Simplifying Error Annotation For Crowd Evaluation

FoQA: A Faroese Question-Answering Dataset

Mapping Faroese in the Multilingual Representation Space: Insights for ASR Model Optimization

Milliónastuðul og málsligt demokrati

Ein av størstu hendingunum í ár hevur verið fíggingin av nýggjum verkætlanum. Granskingarráðið hevur játtað stuðul til eina nýggja teldutýðingarverkætlan, sum skal menna týðing millum føroyskt og enskt. Ein spennandi partur av hesum er tann komandi crowdsourcing-pallurin, har føroyingar sjálvir kunnu rætta og betra um týðingarnar. Hetta er málsligt demokrati í verki, har vit øll eru við til at tryggja góðskuna í føroyskum vitlíki. Pallurin fer av bakkastokki í næstum. 

Seint á árinum fingu vit eisini gleðiligu tíðindini um, at NordForsk hevur játtað góðar 2,2 milliónir krónur til CAALLM-verkætlanina, sum er ein norðurlendsk-baltisk samstarvsverkætlan um skynsama nýtslu av vitlíki. Í hesi verkætlanini luttaka Barbara Scalvini og Iben Nyholm Debess saman við leiðandi granskarum úr øllum Norðurlondum og Baltikum. Endamálið er at tillaga stórmálmyndlar (LLMs), so teir betur fevna um málsliga og mentanarliga fjølbroytnið í okkara øki. Í dag eru stórmálmyndlar ofta merktir av enskum máli og amerikonskum mentanarvirðum. Við hesi verkætlanini fara vit at skapa opin dátusett, sum skulu brúkast til at máta og rætta myndlarnar, so teir endurspegla okkara samfelagsvirði so sum javnstøðu, fólkaræði og álit, og ikki minst okkara málsligu eyðkenni.

Politiskt rótfesti og fígging

Tað, sum kanska fer at standa eftir sum mest avgerandi fyri framtíðina, er tann politiska rótfestingin av økinum. Tann 8. juli 2025 lýsti løgmaður, at vitlíki formliga er vorðið eitt málsøki undir Fíggjarmálaráðnum. Hetta er ein greið viðurkenning av, at vitlíki ikki longur bert er fyri granskarar, men ein týðandi partur av almennu Føroyum. Vit hava leingi arbeitt fyri, at okkurt skuldi henda hesum viðvíkjandi, og fegnast vit um tað. 

Í kjalarvørrinum av hesum varð í oktobur farið undir eitt fyrireikandi arbeiði til eina heildarætlan fyri vitlíki í Føroyum. Tað er ein ætlan, sum skal seta kósina fyri tøknina, dátuvernd og etikk, á sama hátt sum Talgildu Føroyar gjørdu tað í 2015.

Politiski viljin sæst eisini aftur í ítøkiligari fígging. Sum eitt herðaklapp og ein jólagáva til málsøkið er játtanin til Máltøknidepilin á fíggjarlógini hækkað fyri 2026. Hendan hækkingin er avgerandi fyri okkara virksemi, tí hon gevur okkum møguleika og áræði at menna burðardyggar langtíðarloysnir fyri føroyska málið.

Málsligt sjálvræði er málið

Á móðurmálsdegnum 2025 varð dentur lagdur á málsligt sjálvræði. Tað er gott, at tøknirisar sum Google lata eyguni upp fyri føroyskum, sum vit m.a. sóu við føroyskum undirtekstum á YouTube fyrr í ár. Men vit mugu sjálv eiga og stýra kjarnuni í okkara máltøkni.

Við øllum virkseminum og verkætlanunum á Máltøknideplinum er greitt, at vit á Setrinum arbeiða fyri at lyfta hesa uppgávuna best møguligt. 

Nú seta vit ferð á og fara til verka. Vit vænta, at 2026 fer at bjóða upp á enn fleiri ítøkilig samstørv við stovnar og fyritøkur, soleiðis at føroyskt mál ikki bert fylgir við, men gongur á odda í talgildu menningini.

Scroll to Top