Í sambandi við árliga útnorðurdagin í Norðurlandahúsinum mánadagin 23. septembur var ráðstevna um vitlíki. Fakfólk, fyritøkur og politikarar komu saman at kjakast um framtíðarútlitini fyri Føroyar og vitlíki. Iben Nyholm Debess frá Máltøknideplinum á Fróðskaparsetri Føroya hevði eina framløgu, sum lýsti støðu Føroya í dag og tær avbjóðingar, vit hava fyri framman við at varðveita føroyskt mál í talgildu verðini – og hví tað er umráðandi at kunna nýta tøkni á móðurmálinum. Eftir framløgurnar var pallborðskjak um møguleikar, samstørv og framtíðina.
Við hesum sama endamáli – at seta sjóneykuna á vitlíki – varð ein áheitan send Føroya landsstýri herfyri. Í almennum brævi hava fleiri felagsskapir og stovnar heitt á politisku skipanina um at seta vitlíki á dagsskránna. Brævið leggur dent á, hvussu skjótt menningin av vitlíki gongur, og hvussu tað ávirkar føroyska samfelagið – frá máli og mentan til vinnu og heilsuverk. Staðfest verður, at alneyðugt er við eini greiðari politiskari ætlan, sum leggur upp fyri bæði møguleikum og avbjóðingum, ið hendan tøknin hevur við sær.
Áheitanin kann lesast her.
Starvsfólk á Máltøknideplinum hava verið partur av fyrireikandi arbeiðnum til politisku áheitanina. Máltøknidepilin virkar støðugt fyri at betra karmarnar fyri máltøkni og vitlíki í Føroyum. Vitlíki brýtur fleiri og fleiri mørk í okkara samfelagi, og tað gerst alsamt meira átrokandi, at vit veruliga raðfesta arbeiðið á hesum øki.



