Í seinastuni hevur Barbara Scalvini verið nógv í miðlunum. Herfyri gjørdi útvarpið eina samrøðu við Barbaru um, at Setrið er við til at menna vitlíki á føroyskum til teldutýðing og annað. Samrøðan var m.a. at hoyra í útvarpstíðindunum fríggjadagin 29. august.
Í samrøðuni greiðir Barbara frá, at fleiri partar av hesum arbeiðinum eru longu tøkir at brúka. Fyritøkur og stovnar kunnu fáa atgongd til eitt forrit, sum týðir millum enskt og føroyskt. Tað er open source og ókeypis og liggur longu á Huggingface. Tað krevur ikki so nógv at fáa myndilin at rigga saman við øðrum skipanum – ofta bara nakrar fáar reglur av kodu. Tú kanst síggja myndlarnar, sum Barbara hevur lagt út á Huggingface, við at trýsta her.
Eisini leggur Barbara dent á, at ein týðandi partur av týðingarverkætlanini er, at føroyingar kunnu geva sítt íkast gjøgnum ein crowdsourcing-pall, har tey rætta í týðingunum og soleiðis gera myndlarnar betri. Tað tryggjar, at vitlíkið ikki bert lærir skrivligt mál úr bókum og bløðum, men eisini tað mál, sum tú og eg tosa til dagligt. Hesin týðingarpallurin kemur í næstum, og vit kunna um tað, tá ið hann verður tøkur.
Í sambandi við Vísindavøkuna fríggjadagin setur morgunsendingin í útvarpinum sjóneykuna á ymiskar granskingarverkætlanir, harímillum tær hjá Barbaru. Í samrøðuni greiðir hon frá, at føroyskt vitlíki er til, men tað er serliga málmyndlar við serligum eginleikum – og ikki breiðum eginleikum so sum ChatGPT. Málmyndlar fyri føroyskt eru t.d. týðingarmyndlar, talukenningarmyndlar, teldutalumyndlar og málfatanarmyndlar. Fyri at fáa hesar myndlarnar nærri brúkaranum, má mann byggja eina tænastu rundan um teir. Eitt dømi um hetta er VoisIT. Størsta avbjóðingin fyri at fáa betri føroyskt vitlíki er, at okkum vantar fleiri dátur. Hon sigur, at Máltøknidepilin samstarvar við Meta og Google, men at hesar stóru fyritøkurnar ikki altíð bjóða føroyskum inn í sínar tænastur av sær sjálvum, og at vit tí mugu mugu banka uppá hjá teimum at minna tey á, at lítil mál eisini hava týdning.
Barbara vegleiðir tveimum Ph.d.-lesandi á Setrinum, sum eisini arbeiða við vitlíki. Tey eru Dávid í Lág, sum arbeiðir við at menna føroyska talukenning, og Iben Nyholm Debess, sum mennir ein metingarkarm fyri føroyskt, soleiðis at tað ber til at meta um, hvussu ymisk máltøkni klárar seg á føroyskum.



