VoisIT er ein røð av føroyskum talu- og teksttøkniligum amboðum frá iSolveIT. Kjarnin er talukenning, har føroysk tala verður gjørd til tekst, men VoisIT fevnir nú eisini um teldutalu og ymiskar loysnir, sum gera tað møguligt at diktera beinleiðis har, sum tú arbeiðir. Talukenningin brúkar ein føroyskan ljóðmyndil hjá Carlos Mena og Anniku Simonsen, sum serliga er bygdur á BLARK‘in hjá Verkætlanini Ravni.
VoisIT App
VoisIT-appin er tøk til iPhone og Android. Í appini kanst tú tosa føroyskt og fáa taluna skrivaða sum tekst. Tú kanst rætta tekstin, gera egna orðabók og orðreglur, fáa sjálvvirkandi teknseting og nýta teldutalu til at fáa tekst lisnan upp.
VoisIT Keyboard
Til iPhone er harumframt ein serstøk app, VoisIT Keyboard. Hon leggur eitt VoisIT-knappaborð á telefonina, so tú kanst diktera føroyskan tekst beinleiðis í øðrum appum, til dømis í kjattboðum, telduposti og øðrum støðum, har tú vanliga hevði skrivað við knappaborðinum.
Windows
Á Windows er ein samsvarandi loysn, sum ger tað møguligt at skriva við røddini beinleiðis í forritum á telduni. VoisIT kann til dømis seta tekst inn í Word, teldupost, Messenger og onnur forrit, so leingi tað ber til at skriva tekst har.
Web
VoisIT hevur eisini eina webskipan. Har kanst tú nýta føroyska teldutalu við fleiri ymiskum røddum og fáa føroyskan tekst lisnan upp. Í somu skipan ber eisini til at leggja ljóðfílur inn og fáa tær transkriberaðar til tekst.





