Máltøknilig amboð hjá Giellatekno

Tilfeingisslag:

Giellatekno er máltøknidepilin fyri sámisk mál á Universitetinum í Tromsø. Tú kanst síggja yvirlitið yvir teirra føroysku amboð við at trýsta á knøttin beint niðanfyri, ella tú kanst lesa meira um hvørt amboð longur niðri á síðuni.

 

Vitja síðu

 

Tekstgreinari – allir orðaformar

Her kanst tú fáa eitt orð ella ein tekst greinaðan fyri, hvat fyri leitorð (lemma), greinarin væntar orðið ella orðini vera.

Far til amboð

 

Tekstgreinari – gitir leitorð

Við hesum tekstgreinaranum kanst tú fáa setningin greinaðan. Amboðið gevur tær leitorð og bendingarupplýsingar.

Far til amboð

 

Tekstgreinari við setningstræi

Aftur at upplýsingunum omanfyri kann hesin tekstgreinarin eisini geva tær upplýsingar um, hvat orð í setninginum hvørt orð vísir til (setningafrøðiligt træ).

Far til amboð

 

Ljóðskrivari

Við ljóðskrivaranum kanst tú skriva ein tekst, og tú fært tekstin aftur á ljóðskrift. GG: ljóðskriftin er ikki fullfíggjað.

Far til amboð

Máltøknilig amboð hjá GiellateknoMáltøknilig amboð hjá Giellatekno
Scroll to Top