Barbara Scalvini á Náttúruvísindadeildini á Setrinum hevur í samstarvi við Máltøknidepilin ment ein teldutýðara.
Teldutýðarin brúkar hendan málmyndilin, sum er ein tillagað útgáva av málmyndlinum GPT-SW3. Tillagaði málmyndilin er fóðraður við føroyskum teksti, soleiðis at hann dugir betur at týða tekstir millum føroyskt og onnur mál.
Legg til merkis, at talan er um eina royndarsíðu, so týðingin tekur eina løtu, og bara ein týðing kann fara fram í senn. Hetta merkir, at um onkur annar brúkar teldutýðaran, akkurát tá ið tú setur í gongd, so endar tú í kø. Tín týðing fer tó í gongd, so skjótt hin týðingin er liðug. Hetta sært tú ovast í høgra horni, eftir at tú hevur sett í gongd. Um har stendur “queue: 1/1,” merkir tað, at tú ert nummar 1 í køini, og at tað sostatt longu er ein týðing í gongd. Um tað stendur “queue: 2/2,” ert tú nummar 2 í køini o.s.fr.





