Nú hava øll atgongd til teldutaluna hjá Grunninum Talutøkni. Tú skalt bara stovna tær ókeypis brúkara á skipanini. Tað er Grunnurin Talutøkni, sum saman við Acapela Group umsitur heimasíðuna og hevur ment føroysku teldutalurnar. Teldutala.fo hevur 2 vaksnarøddir og 6 barnarøddir.
Teldutala.fo
Við teldutalu fært tú telduna at lesa tekst upp á føroyskum. Tú kanst velja millum átta ymiskar røddir, við kvinnum, monnum, vaksnum og børnum. Til ber bæði at seta tekst inn, og leggja skjøl upp í skipanina.





