Rættstavari

Tilfeingisslag:

Við Rættstavaranum kanst tú rætta føroyskan tekst á netinum, á telduni (øll møgulig forrit á Windows (t.d. Word og Libre Office) og summi forrit á Mac (t.d. øll innbygd Mac-forrit og Libre Office, men ikki Word)), á Word Online og á Google Docs.

Vitja Divvun

Rættstavarin á netinum

Við hesum henta amboðnum kanst tú fáa tín tekst rættaðan á øllum eindum, um tú hevur ein netkaga og netsamband. Fyri føroyskt kanst velja ímillum rættstavara (spell checker) og mállærurættara (grammar checker). Mállærurættarin dugir nakrar fáar mállærureglur, sum hava við Ð at gera, t.d. nær tað skal vera “síggi,” og nær tað skal vera “síggið,” har hann út frá samtekstinum mælir til stavsetingina (um “eg” stendur frammanfyri, so hevur tað ikki Ð, ella um “hava” stendur frammanfyri, so hevur tað Ð o.s.fr.).

Far til amboð

 

Rættstavarin á telduni

Við forritinum Divvun Manager ber til at fáa Rættstavaran inn á telduna. Tak niður til Windows ella Mac og legg forritið inn á telduna. Síðani velur tú føroyskt inni á Divvun Manager og leggur tað inn. Tú kanst lesa hesa vegleiðingina um, hvussu tú leggur Divvun Manager og føroyskt inn á telduna. Á Windows riggar rættstavarin til Word og Libre Office. Á Mac riggar hann til Libre Office og “system-wide,” og legg til merkis, at sjálvvirkandi málval riggar ikki fyri føroyskt á Mac, so har mást tú velja føroyskt inni á rættstavarastillingunum.

Far til amboð

 

Rættstavarin til Word Online

Við ískoytisforritinum Divvun Grammar Checker ber til at rætta stavivillur og nakrar fáar mállæruvillur á Word Online (og á Word á telduni).

Lættasti mátin er at fara beinleiðis inn á Tilføjelsesprogrammer á Word/Word Online, leita eftir Divvun Grammar Checker og leggja tað inn.

Annars ber eisini til at trýsta á knøttin niðanfyri og knýta ískoytisforritið at tínari Microsoft-kontu. Um tú ikki sært forritið undir Hjem-bjálkanum á Word/Word Online, tá ið tú hevur knýtt tað at kontuni, skal tú opna Tilføjelsesprogrammer og velja Flere tilføjelsesprogrammer. Síðani velur tú Divvun Grammar Checker og trýstir á Tilføj. Um tú ikki sært Divvun Grammar Checker her, trýst á Mine tilføjelsesprogrammer og síðani Opdater ovarlaga í høgra horni. Um einki kemur fram tá, hevur tú ikki knýtt Divvun Grammar Checker rætt at tínari Microsoft-kontu.

Tá ið tú hevur fingið ískoytisforritið fram, velur tú mál (føroyskt) og síðani Check. GG: Her koma ongar reyðar strikur undir orðini, men rættingarnar skulu gerast í ískoytisforritinum høgrumegin.

Far til amboð

 

Rættstavarin til Google Docs

Divvun Grammar Checker er eitt ískoytisforrit, sum kann rætta stavivillur og nakrar fáar mállæruvillur á Google Docs.

Lættasti mátin er at leggja tað inn beinleiðis frá Google Docs: Opna eitt Docs-skjal, vel Udvidelser > Tilføjelser > Hent tilføjelser, leita eftir Divvun Grammar Checker og legg tað inn.

Tað ber eisini til at trýsta á knøttin niðanfyri og knýta ískoytisforritið at tínari Google-kontu, og síðani sært tú Divvun Grammar Checker undir Udvidelser/Extensions ovast, meðan tú hevur eitt Google Docs-skjal opið. Vel síðani Divvun Grammar Checker > Grammar Check. Um tú ikki sært Udvidelser ovast, kann tað vera, tí at skjalið er í docx-sniði.

Tá ið tú hevur fingið ískoytisforritið fram, velur tú mál (føroyskt) og síðani Run Grammar Check. GG: Her koma ongar reyðar strikur undir orðini, men rættingarnar skulu gerast í ískoytisforritinum høgrumegin.

Far til amboð

 

Keldukoda til rættstavaran

Av tí at Rættstavarin er bygdur upp á opna keldukodu (Open Source), ber til hjá tær at hyggja í tað, sum liggur aftanfyri. Á Github-síðuni hjá Giellatekno kanst tú t.d. síggja orðalistarnarbendingarendingarnar og ymiskt annað. Tú kanst ikki broyta í tilfarinum uttan loyvi. Meir kunning um keldukoduna sæst her.

Vitja síðu

RættstavariRættstavari
Scroll to Top