Marka

Tilfeingisslag:

Marka er eitt amboð, sum mállæruliga markar føroyskan tekst. Skriva ein setning í teigin, trýst á “Marka,” og fá eina talvu við orðum, BRAGD-markum og einari lættlesiligari frágreiðing av, hvat mørkini merkja.

Far til amboð

Marka er ein royndarsíða, har tú kanst royna at marka føroyskan tekst við BRAGD-markaranum hjá Máltøknideplinum. Skriva ein setning ella ein stuttan tekst í teigin og trýst á “Marka.” Síðani fært tú eina talvu, har hvørt orð verður víst saman við sínum BRAGD-marki og einari frágreiðing av markinum. Markið vísir síðani orðaflokk og onnur mállærulig eyðkenni sum kyn, tal, fall, tíð, hátt og persón.

Úrslitið kann vísast á føroyskum ella enskum, og talvurnar kunnu takast niður sum TSV-fílur.

Amboðið er bygt á BRAGD, ein part-of-speech-markara til føroyskt. Markarin er bygdur á ScandiBERT og er trenaður upp á markaðu tekstagrunnarnar Sosialurin-BRAGD (tíðindagreinar) og OOD-BRAGD (ymisk tekstasløg).

Tú kanst lesa meir um BRAGD her.

Scroll to Top