Talan er um eitt stórt stig fyri føroyska máltøkni, nú nýggi týðingarpallurin um.setur.fo er latin upp. Heimasíðan er partur av eini týðingarverkætlan, sum er stuðlað av Granskingarráðnum. Málið er at menna ein dygdargóðan og opnan teldutýðara úr enskum til føroyskt, sum tryggjar okkum føroyingum størri ávirkan á okkara egna talgilda mál.
Fyri at gera týðingarnar so góðar sum gjørligt er brúk fyri tínari hjálp. Vit heita á øll um at nýta um.setur.fo til dagligar týðingaruppgávur. Hvørja ferð tú týðir ein tekst, metir um eina týðing ella rættar ein setning, verða hesar upplýsingarnar brúktar sum dátur til at venja og betra sjálvan týðingarmyndilin.
Við at luttaka ert tú við til at styrkja føroyska máltøkniliga sjálvræðið. Í staðin fyri at vera bundin av stórum altjóða tøknirisum menna vit her eina tænastu, sum tekur støði í veruligari føroyskari málnýtslu. Alt tilfarið, ið verður ment í verkætlanini, verður opið og atkomuligt fyri øll, bæði granskarar, mennarar og fyritøkur.
Títt íkast hevur týdning fyri, hvussu føroyskt verður myndað á talgildum pallum í framtíðini. Far inn á um.setur.fo og ger mun við at týða, rætta og meta um! Vit vóna at fáa so nógv sum møguligt at vera virkin á hesum pallinum og hjálpa okkum at røkka endamálinum.
Um tú vilt hoyra meir um týðingarpallin, ert tú vælkomin í Kongshøll mánadagin tann 9. februar kl. 15, tá ið hann verður lagdur fram á almennum tiltaki.



