Vit søkja eftir starvsfólki

Máltøknidepilin á Føroyamálsdeildini á Setrinum søkir eftir fólki til tvey hálvtíðarstørv. Umsóknarfreistin til bæði størvini er hósdagin 29. januar 2026.

Annað starvið er eitt starv sum vísindaligt hjálparfólk til verkætlanina CAALLM: Culture-Sensitive Assessment and Adjustment of Large Language Models – Adaptation to the Nordic-Baltic Societies, sum er fíggjað av Nordforsk. Endamálið við verkætlanini er at fremja ábyrgdarfulla tillaging av stórmálmyndlum við at tryggja, at teir umboða málsliga, mentanarliga og samfelagsliga fjølbroytnið í Norðurlondum og baltisku londunum. Trýst her fyri at síggja starvslýsingina.

Hitt starvið er eitt eitt starv sum vísindaligt hjálparfólk, har uppgávan er at stuðla undir vaksandi virksemið og granskingina á deplinum. Starvið fevnir um tøkniliga viðgerð av dátum og stuðlandi arbeiði við málsligum tilfari. Síggj starvslýsingina her.

Scroll to Top