Góðar 2 milliónir frá Nordforsk

NordForsk, ið er granskingarstovnurin hjá Norðurlendska ráðharraráðnum, hevur í hesum umfarinum játtað til samans 3 milliónir krónur til føroyskar verkætlanir. Av hesum er størsta játtanin til Máltøknidepilin á Føroyamálsdeildini á Fróðskaparsetri Føroya.

Barbara Scalvini og Iben Nyholm Debess, sum eru granskarar á Máltøknideplinum, fáa umleið 2,2 milliónir krónur til eina verkætlan um skynsama nýtslu av vitlíki.

Verkætlanin, sum verður undir leiðslu av Keypmannahavnar universiteti, eitur Culture-Sensitive Assessment and Adjustment of Large Language Models – Adaptation to the Nordic-Baltic Societies. Tú kanst lesa meir um verkætlanina her.

Scroll to Top