Føroyskir undirtekstir á YouTube

Máltøknidepilin gleðist um at kunna boða frá, at tú nú kanst fáa føroyskar undirtekstir á YouTube! Hesir undirtekstirnir verða gjørdir sjálvvirkandi við at týða undirtekstir á øðrum málum til føroyskt.

Soleiðis gert tú fyri at fáa føroyskar undirtekstir á video á YouTube:

  1. Trýst á CC-knøttin niðarlaga til høgru.
  2. Trýst síðani á tannhjólið høgrumegin CC-knøttin.
  3. Vel Subtitles/Undertekster
  4. Trýst á Auto-translate/Automatisk oversættelse
  5. Og vel síðani Faroese/Færøsk.

Tú kanst royna hetta í videonum niðanfyri.

Hetta riggar best við videoum, sum hava undirtekstir, sum eitt fólk hevur tekstað frammanundan. Summi video á YouTube hava undirtekstir, sum sjálvvirkandi eru gjørdir við talukenning. Hetta sæst við, at orðini koma fram eitt fyri og annað eftir, meðan undirtekstir, sum eru gjørdir av fólki, koma fram í heilum setningum. 

Talan er um teldutýðing úr øðrum málum til føroyskt, so góðskan á týðingunum kann vera eitt sindur skiftandi, og villur kunnu vera at síggja. Væntast kann eisini, at týðingin riggar betur á teimum nýggjaru videounum á YouTube enn á teimum eldru.

Hetta frambrot er eitt beinleiðis úrslit av okkara samstarvi við Google, sum byrjaði í sambandi við, at føroyskt varð lagt aftur at Google Translate í juni 2024. Okkara áhaldandi samband við fólk hjá Google hevur tryggjað, at føroyskt fær innivist í enn fleiri tænastum hjá tøknirisanum.

Sovorðið samstarv millum granskarar, stovnar og privatar fyritøkur er eitt dømi um, hvussu gransking og máltøkni kunnu betra um og tryggja framtíðina hjá smáum málum. Teldutýðarar sum Google Translate eru ikki bert eitt amboð fyri dagligt samskifti; teir skapa eisini betri møguleikar fyri integratión, lærdóm og víðkaðan sjónarring. Máltøknidepilin fer framhaldandi at virka fyri at tryggja, at føroyskt heldur fram at mennast á talgildum pallum.

Scroll to Top