Sum onnur smá mál hevur føroyskt ilt við at fáa innivist í talgilda heiminum. Alheimsgerðin og menningin av stórum málmyndlum á teimum stóru málunum seta nú smá mál undir trýst. Tí er tað sera viðkomandi, at vit leggja okkum eftir at finna loysnir, sum tryggja, at føroyskt mál ikki bert yvirlivir, men eisini trívist í hesum vitlíkistíðum. Seinasta árið hava verið fitt av átøkum, sum lýsa hesi viðurskifti og taka støðu til, hvussu vit skulu handfara tey. Nú árið at enda kemur, taka vit samanum summi av átøkunum og virkseminum. Nógv snýr seg samstørv millum Norðurlond. Vit á Máltøknideplinum hava verið partur av tilgongdini í fleiri av átøkunum, og vit gleða okkum at síggja, hvussu hetta arbeiðið fer at síggjast aftur í raðfestingum og virksemi í 2025.
Í ár kom Útnorðurráðið við tilmælum um størri máltøkniligt samstarv millum Føroyar, Ísland og Grønland. Málini í útnorðri hava øll líknandi avbjóðingar: vit hava ikki stórar málgrunnar til at trena málmyndlar, serfrøðin á økinum er avmarkað, og tað almenna ger ikki nóg stórar íløgur á økinum. Samstarv millum londini hevði kunnað hjálpt øllum fram á leið. Við at vera felags um íløgurnar og serfrøðina ber til at fáa meir burtur úr minni og styrkja málini saman. Starvsfólk á Máltøknideplinum hava havt fyrilestur fyri Útnorðurráðnum og ráðgivið í sambandi við tilmælini, sum kunnu lesast her og her.
Í sama anda skipaði NORA fyri verkstovu við tí fyri eyga at framleiða tilfar við tilmælum um, hvussu vit kunnu fara fram við menning av vitlíki í norðuratlantslondum. Serfrøðingar úr Danmark, Noregi, Íslandi, Føroyum og Grønlandi savnaðust og arbeiddu miðvíst. Máltøknidepilin var umboðaður í arbeiðsbólkinum, og fyrsta yvirskipaða tilmælið at styrkja menning í vitlíki var at raðfesta mál og mentan í vitlíki. Málið er vorðið vindeygað hjá vanliga brúkaranum inn til vitlíki, og er tað grundarsteinurin undir víðari menning. Úrslitið av verkstovuni gjørdist bóklingurin Aligning Efforts: Artificial Intelligence in the North Atlantic Region.
Íslendska tjóðin hevur í fleiri ár gingið á odda við at fíggja stórar máltøkniverkætlanir, íslendskum máli at gagni. Hetta framskygnið hevur m.a. havt við sær samstarv við OpenAI, soleiðis at íslendskt er væl umboðað í GPT-málmyndlunum, og lokala, fakliga umhvørvið er ment nógv. Hetta prógvar, at nógv kann fáast burturúr, tá ið ein tjóð setur sær fyri at verja málsligu framtíð sína. Íslendska Menta- og vinnumálaráðið gav í 2024 út eitt skjal, ið lýsir hesa góðu gongd og hevur uppskot til, hvussu onnur smærri mál kunnu nýta sama leist til frama fyri mentanarligum og málsligum fjølbroytni í vitlíki. Skjalið The Icelandic Approach: Preserving and Revitalizing Linguistic and Cultural Diversity in AI kann lesast her.
Norðurlandaráðið hevur í 2024 eisini framleitt tilmæli um framferðarhættir í menningini av vitlíki og norðurlendskum máli. Tey koma við nøkrum ítøkiligum tilmælum, har dentur verður lagdur á etisk viðurskifti, fjølbroytni, sjálvræði, burðardygd og gjøgnumskygni. Hesi evni eru sera týdningarmikil, og arbeiða øll Norðurlond eftir somu leiðreglum, verða samstørv yvir um landamørk lættari at fremja. Tilmælini og skjalið Policy Recommendations for Ethical and Responsible AI kunnu lesast her.
Í november var starvsfólk á Máltøknideplinum á ráðstevnu í Tróndheimi (Språk og AI i Norden – NTNU), har viðgjørd vórðu ymisk evni viðvíkjandi norðurlendskum málum, tøkni og vitlíki. Granskarar, mennarar og málpolitikarar úr øllum Norðurlondum vóru við. Hóast stórur munur er á støddunum á londunum og málunum, var ein av niðurstøðunum, at samstørv millum londini kunnu lætta um trupulleikarnar og vera til fyrimuns fyri øll.
Ein góð byrjan hevði verið at tikið stig til norðurlendskar samstarvsverkætlanir, sum kunnu menna málgrunnar, gera miðmørk (benchmarks) og fáa til vega fíggjarligan stuðul í felag. Eisini er umráðandi at samstarva um serfrøði, so vit gagnnýta vitan og royndir hjá hvørjum øðrum. Við hesi tilgongdini kunnu vit savna serfrøði, tøkni og dátur, sum í felag tryggja, at føroyskt mál fær betri støðu í talgilda heiminum. Verkætlanin Miklamálgrunnurin er eitt dømi um eina slíka verkætlan, har arbeiðið við føroyskum kann styðja seg til royndirnar og tøknina í íslendsku Risamálheildini.
Til at seta punktum undir, hvussu átrokandi tørvurin á raðfesting og menning av máltøkni og vitlíki er, vísa vit til opna skrivið, sent Føroya landsstýri, sum var ein áheitan um politiska støðutakan og politiskt festi av vitlíki. Máltøknidepilin og aðrir áhugapartar tóku stig til skrivið, sum varð undirskrivað av leiðandi persónum í øllum almennu geirunum. Opna skrivið er at finna her.
Øll hesi átøk, skjøl, tilmæli og virksemi bera boð um, at vit arbeiða við onkrum týdningarmiklum, sum øll hava sín lut í. Tað er týdningarmikið, at vit halda fram at menna og leggja meir orku í føroyska máltøkni og vitlíki í komandi ári. Samstarv millum lond, stovnar, granskarar, politikarar, fyritøkur og áhugafelagsskapir kann vera við til at tryggja, at føroyskt mál heldur fram við at mennast og fáa lut í teirri menning, sum longu sæst í øðrum smáum málum sum íslendskum. Soleiðis kunnu vit saman arbeiða fyri, at føroyskt ikki bert verður varðveitt, men eisini verður ein virkin partur av talgildu framtíðini.
Við tøkk um góð samstørv í 2024 og vónir um framhaldandi møguleikar og menning í 2025!



