Dugir tú at birta?

Næstan dag og dagliga floymir yvir okkum við hugtøkum og orðum uttan úr heimi. Kompjútari, helikoptari og memory stick fingu við tíðini tey heimligaru heitini telda, tyrla og geymi. Tøknimenningin gongur við rúkandi ferð, og áðrenn vit vistu av, kundi AI skriva uppgávur fyri okkum. Ella, eg meini vitlíki!

Fyri at fáa vitlíkið at arbeiða, mugu vit geva tí eini boð, sum siga, hvat tað skal gera. Á enskum nevna tey hesi boðini ein “prompt,” og til ber eisini at brúka orðið sum sagnorð “to prompt.” Nógv tykkara hava ivaleyst roynt at prompta – men vistu tit av, at vit á føroyskum kunnu birta? Hyggja vit í orðalistan við nýggjum orðum hjá Málráðnum, síggja vit orðini birt (n.) og at birta (s.). Á Máltøknideplinum leggja vit okkum eftir at nýta hesi snøggu orðini. 

Tað er ikki bert heitið á birtinum, sum nú er føroyskt – innihaldið kann eisini vera á føroyskum! Summir málmyndlar skilja í dag so mikið væl føroyskt, at vit kunnu birta á føroyskum máli og fáa góð úrslit. Tað er umráðandi, at vit menna føroyska málnýtslu á hesum økinum, og tað gera vit m.a. við at skapa vanan at birta á føroyskum. 

So næstu ferð tú ætlar at fáa vitlíkið hjá ChatGPT at týða ein tekst fyri teg, so kanst tú skriva birtið “Týð tekstin úr føroyskum til enskt” og birta tað. Myndin, ið er sett inn til hesa tíðindagrein, er enntá vitlíkistframleitt av einum føroyskum birti!

Og hevur tú áhuga í bendingini? Navnorðið birt bendist sum “orð.” Sagnorðið birta bendist sum “keypa.” Bendingaryvirlit sæst her:

óbundiðbundið
eintalhvørfallbirtbirtið
hvønnfallbirtbirtið
hørjumfallbirtibirtinum
hvørsfallbirtsbirtsins
fleirtalhvørfallbirtbirtini
hvønnfallbirtbirtini
hvørjumfallbirtumbirtunum
hvørsfallbirtabirtanna
navnhátturbirta
3. persónur eintal í nútíðbirtir
eintal í tátíðbirti
fleirtal í tátíðbirtu
lýsingarháttur í tátíðbirt
lýsingarháttur í tátíð, kallkyn, hvørfallbirtur
Scroll to Top