Í dag var ársins orð fyri 2023 kosið. Ársins orð gjørdist vitlíki, sum er føroyska orðið fyri Artificial Intelligence (AI).
Ársins orð undirstrikar, at vitlíki er vorðin partur av dagsins samfelagi og hevur týdning og ávirkan bæði í arbeiðs- og privatlívi.
Vitlíki er ein stórur partur av máltøkniligum arbeiði. Ofta hugsa vit fyrst um stórar málmyndlar og kjattmenni sum t.d. ChatGPT. Kjattmennini eru dømi um, hvussu væl vitlíki megnar at fata og framleiða tekst, sum líkist menniskjamáli. Í føroyskum máltøkniligum høpi eru vitlíki og kjattmennini ikki á einum stigi, sum ger tey nýtsluverd hjá brúkaranum, men vitlíki hevur tó sítt stað í føroyskari máltøkni. Á Máltøknideplinum nýta vit vitlíki sum háttalag at menna føroyska máltøkni. Fyri smá mál við avmarkaðum tilfeingi, sum eitt nú føroyskt, kann vitlíki minka um gáttina at menna góð amboð og myndlar. Á deplinum granska vit, hvussu vit kunnu nýta vitlíki til okkara fyrimun við støði í okkara málgrundarlagi. Vitlíki er t.d. háttalagið aftan fyri talukennaramyndilin, sum kann finnast her, og er grundarlagið undir appini VoisIT. Eisini er málmyndilin FoBERT mentur við vítlíki.
Tilnevndu orðini umframt vinnaraorðið vóru:
Góðan morgun Føroyar skipaði fyri kappingini, har lurtarar senda inn uppskot um ársins orð til morgunsendingina. Málráðið velur síðani 10 orð burturúr, sum eru í uppskoti til ársins orð.
Tað vóru Lena Reinert, limur í Málráðnum, Jón Brian Hvidtfeldt, formaður í felagnum Føroysk miðlafólk, og Jastrid á Dalbø, næstforkvinna í Føroyamáli, sum valdu ársins orð 2023.
Vit, sum nýta vitlíki sum arbeiðsamboð, fegnast um, at orðið við hesum er vorðið viðurkent.



