Tann 23. februar fær eitt verkætlanarstarvsfólk á Máltøknideplinum, Annika Simonsen, masterprógv í máltøkni frá Háskóla Íslands. Annika hevur skrivað ritgerð, har hon kannaði, hvussu væl GPT-4, málmyndilin aftan fyri ChatGPT, skilur føroyskt. Hetta varð gjørt við at brúka GPT-4 til at týða úr føroyskum til enskt, gera lyndisgreiningar (sentiment analysis) og flokka evnið á tekstunum (topic classification). Harafturat varð kannað, hvussu væl týðingar frá GPT-4 kunnu brúkast til at trena eitt teldutýðingaramboð. Niðurstøðan var, at GPT-4 skilur væl føroyskt og egnar seg væl til at gera treningardátur til teldutýðing, men málmyndilin stríðist serliga við at týða serføroysk orð sum t.d. ræst, fiskapláss og grindabúffur.
Annika er nú farin undir ph.d.-lestur á Teldufrøðideildini á Háskóla Íslands. Hennara ph.d.-verkætlan er partur av verkætlanini TrustLLM (https://trustllm.eu/), sum er fíggjað av Horizon-grunninum hjá ES. TrustLLM fer at gera málmyndlar, sum eru trenaðir serstakliga til at skilja germonsk mál, harímillum føroyskt. Endamálið við TrustLLM er at gera álítandi og burðardyggar málmyndlar, sum øll skulu hava atgongd til, og sum skulu gera tøknina atkomiligari fyri bæði stór og lítil mál.
Vit ynskja Anniku til lukku við avrikinum og gleða okkum til at hoyra meira um hennara gransking í verkætlanini TrustLLM í framtíðini.
Nú Annika fer í gongd við sín ph.d.-lestur, fegnast vit um, at hon framvegis verður knýtt at Máltøknideplinum, har hon heldur fram at arbeiða við verkætlanini Miklamálgrunninum.



