Danska fyritøkan Dictus arbeiðir í løtuni við at menna ein føroyskan talukennara. Hesin talukennarin fer at kunna brúkast á forritinum Dictus SUN, sum er eitt forrit, sum kann skriva tað, tú sigur, á Windows-, Mac- og Chromebook-teldum.
Grundarlagið undir einum talukennara eru stórar mongdir av ljóði og teksti. Til tess at gera talukennaran enn betri er neyðugt at fáa enn fleiri upptøkur av føroyskum máli.
Fyri at kunna betra um sín talukennara er Dictus sostatt farið í holt við at savna inn ljóðdátur. Tað gera tey soleiðis, at ein og hvør kann fara inn á eina heimasíðu, har tað ber til lesa nakrar setningar upp. Hetta kann gerast á telefonini og á telduni. Upptøkurnar verða síðani goymdar og brúktar til at menna telukennaran. Vilt tú geva títt íkast til ein enn betri føroyskan talukennara? Trýst á knøttin niðanfyri.
Upptøkurnar, sum Dictus savnar inn, verða eisini seinni latnar Máltøknideplinum at umsita og nýta frítt, soleiðis at øll í framtíðini kunnu fáa gagn av hesum.



