Eiga vit at brúka teir stóru málmyndlarnar, sum eru bygdir á stór mál, ella eiga vit at menna okkara egnu? AI Sweden heldur, at tað er frægari at menna sínar egnu, og tí gjørdu tey málmyndilin GPT-SW3. Hann er lærdur at skilja væl svenskt, men eisini danskt, norskt, íslendskt og enskt. Tað var tó ikki væntað, at hann dugdi so væl føroyskt, sum hann ger. Máltøknidepilin á Setrinum hevur boðað svium frá, at vit eru áhugaði í at royna GPT-SW3 í framtíðini.
Í hesum sambandi tosaði Kringvarpið við Iben Nyholm Debess um GPT-SW3. Innslagið kann hoyrast her.



