Norðurlendska ráðstevnan um máltøkni NoDaLiDa (Nordic Conference on Computational Linguistics) varð hildin í Føroyum 22.-24. mai 2023. Føroyamálsdeildin á Fróðskaparsetri Føroya skipaði fyri ráðstevnuni í samstarvi við nevndina fyri NEALT – Northern European Association for Language Technology.
Ráðstevnan NoDaLiDa verður hildin annaðhvørt ár og hevur nærum 50 ár á baki. At ráðstevnan hesa ferð varð hildin í Føroyum, er eitt greitt tekin um, at máltøkni av álvara er sett á dagskránna bæði á Fróðskaparsetrinum og í føroyska samfelagnum annars.
Um leið 180 granskarar, teldu- og málfrøðingar og onnur, sum arbeiða við máltøkni, meldaðu seg til ráðstevnuna. Við skjótu máltøkniligu menningini og ikki minst menningini í vitlíki fylgja bæði møguleikar og avbjóðingar. Fyri arbeiðið við føroyskari máltøkni er millumtjóða samstarv avgerandi, og m.a. tí var áhugi fyri at fáa NoDaLiDa til Føroya. Umboð fyri fyritøkur í Norðurlondum, sum arbeiða við máltøkni, luttóku, og bæði føroyskar og norðurlendskar kt-fyritøkur stuðlaðu ráðstevnuni.
Fyrsta dagin, mánadagin 22. mai, vóru verkstovur í Sjóvinnuhúsinum. Sjálv ráðstevnan við fyrilestrum og framløgum byrjaði í Norðurlandahúsinum týsmorgunin 23. mai og helt fram mikudagin 24. mai. Luttøka kravdi tilmelding. Djóni Nolsøe Joensen, landsstýrismaður í Barna- og útbúgvingarmálum, setti ráðstevnuna.
Nodalida2023 hevur egna heimasíðu, sum sæst her. Í sambandi við ráðstevnuna, viðgjørdi Kringvarpið máltøkni í Degi og viku tann 22. mai 2023. Tá varð Iben Nyholm Debess boðin í sjónvarpsstovuna at tosa um vitlíki og máltøkni. Hesin parturin av tíðindasendingini, sum varð gjørdur við at spyrja eitt kjattmenni, hvussu tað skuldi setast upp, sæst við at trýsta á her.
Stuðlað ráðstevnuni hava:
- Málráðið
- Almanna- og Mentamálaráðið
- Elektron
- Dictus
- Språkbanken
- Tórshavnar Kommuna
- Formula
- Bank Nordik
- Digitaliseringsstyrelsen
- NEALT



