Máltøknidepilin

Støðuga grundarlagið undir menning av føroyskari máltøkni

Um Máltøknidepilin

Máltøknidepilin er ein depil undir Føroyamálsdeildini á Fróðskaparsetri Føroya.

Á Máltøknideplinum verður arbeitt við gransking og menning av føroyskari máltøkni, sum er tvørvísindalig fakgrein. Sostatt er depilin staðsettur á Føroyamálsdeildini og virkar í tøttum samstarvi við Náttúruvísindadeildina. Á deplinum starvast í løtuni eitt vísindastarvsfólk og eitt verkætlanarsett hjálparfólk, umframt tilknýttur adjunktur.

Máltøknidepilin røkir og mennir eitt máltøkniligt undirstøðukervi við dátum og tilfari. Tilfarið verður støðugt dagført og ment, og verður atkomuligt til ymisk máltøknilig endamál. Endamálið við hesum er at stuðla og vera lopfjøl fyri menningina av máltøkni á føroyskum.

Á deplinum granska vit, hvørjir arbeiðshættir og mannagongdir fáa bestu úrslit og taka støði í føroyskum umstøðum. Vit arbeiða við at menna smá máltøknilig amboð, sum kunnu stuðla málbrúkarum. Máltøknidepilin samstarvar eisini við stovnar og fyritøkur í Føroyum sum uttanlands, og alt arbeiði hjá deplinum er grundað á eina hugsjón um opinleika í tilfari, menning og gransking.

Toymið

Iben Nyholm Debess

Ph.d.-vísindastarvsfólk og samskipari
+298 292548
ibennd@setur.fo
Akademiskur vangi

Uni Johannesen

Vísindaligt hjálparfólk
unij@setur.fo

Barbara Scalvini

Adjunktur í teldufrøði og granskari í NLP
+298 292562
barbaras@setur.fo
Akademiskur vangi

Dávid í Lág

Ph.d.-vísindastarvsfólk
davidl@setur.fo
Akademiskur vangi

Fólk knýtt at deplinum

Annika Simonsen

Verkætlanarstarvsfólk
annika@hi.is
Akademiskur vangi

Trond Trosterud

Samstarvar um Rættstavaran
trond.trosterud@uit.no

Skriva til okkara

Hevur tú spurningar ella okkurt tilfeingi, ert tú vælkomin at seta teg í samband við okkum við at senda okkum ein teldupost á mtd@setur.fo.

Scroll to Top