Á spennandi máltøkniráðstevnu í Italia

Starvsfólk á Máltøknideplinum á Setrinum hava verið á stóru ráðstevnuni LREC-COLING2024 í Torino í Italia dagarnar 20.-25. mai. Ráðstevnan var í ár ein samanrenning av tveimum ráðstevnum, LREC (Language Resources and Evaluation Conference) og COLING (International Conference on Computational Linguistics). Vísindaliga ráðstevnan taldi knappar 3.000 luttakarar og 1.500 framløgur um alskyns evni og nýggjastu gransking […]

Á spennandi máltøkniráðstevnu í Italia Les víðari »

Dugir tú at birta?

Næstan dag og dagliga floymir yvir okkum við hugtøkum og orðum uttan úr heimi. Kompjútari, helikoptari og memory stick fingu við tíðini tey heimligaru heitini telda, tyrla og geymi. Tøknimenningin gongur við rúkandi ferð, og áðrenn vit vistu av, kundi AI skriva uppgávur fyri okkum. Ella, eg meini vitlíki! Fyri at fáa vitlíkið at arbeiða,

Dugir tú at birta? Les víðari »

Annika fær masterprógv í máltøkni

Tann 23. februar fær eitt verkætlanarstarvsfólk á Máltøknideplinum, Annika Simonsen, masterprógv í máltøkni frá Háskóla Íslands. Annika hevur skrivað ritgerð, har hon kannaði, hvussu væl GPT-4, málmyndilin aftan fyri ChatGPT, skilur føroyskt. Hetta varð gjørt við at brúka GPT-4 til at týða úr føroyskum til enskt, gera lyndisgreiningar (sentiment analysis) og flokka evnið á tekstunum

Annika fær masterprógv í máltøkni Les víðari »

Ljóðinnsavning til talukennara

Danska fyritøkan Dictus arbeiðir í løtuni við at menna ein føroyskan talukennara. Hesin talukennarin fer at kunna brúkast á forritinum Dictus SUN, sum er eitt forrit, sum kann skriva tað, tú sigur, á Windows-, Mac- og Chromebook-teldum. Grundarlagið undir einum talukennara eru stórar mongdir av ljóði og teksti. Til tess at gera talukennaran enn betri

Ljóðinnsavning til talukennara Les víðari »

Scroll to Top