Danska fyritøkan Dictus hevur ment ein talukennara við tilfari frá verkætlanini Ravni og øðrum tilfari.
Her er talan um eitt forrit, sum tú leggur inn á tína Windows-teldu, men tey hava eisini ein talukennara, sum riggar ígjøgnum eina heimasíðu. Talukennarin krevur hald, og tú fært eina betri talukenning, um tú hevur góða mikrofon og góðar ljóðumstøður (lítið av bakgrundsljóði).
Tú kanst lesa meira her: https://dictus.fo





