Móðurmálsdagurin 2025: Vitlíki og málsligt sjálvræði

Føroyamál skipaði saman við øðrum fyri móðurmálsdegnum tann 25. mars. Evnið hesa ferð var Tað viti vitlíki, og evnini vóru tí serliga um føroyskt mál og vitlíki. Í hesum sambandi hevði Iben Nyholm Debess frá Máltøknideplinum framløguna Vitlíki og føroyskt: varðveitsla, varðar og vegamót, sum setti sjóneykuna á, hvussu máltøkni og vitlíki kunnu og mugu nýtast til at tryggja framtíðina hjá føroyskum máli í einum alt meira talgildum samfelagi.

Iben greiddi frá arbeiðinum á Máltøknideplinum, har kjarnin er at savna saman dátur og tilfar, og m.a. menna dygdargóða teldutýðing og stíla fyri góðskumeting, umframt at dentur verður lagdur á gott samstarv við granskarar, stovnar og fyritøkur bæði í Føroyum og uttanlands – kanska serliga í Norðurlondum.

Ein av høvuðsspurningunum í framløguni var: Hvussu kunnu vit tryggja, at føroyskt mál hevur pláss í dagsins veruleika, har tøkni og vitlíki hava so stórt vald? Iben staðfesti, at neyðugt er at fylgja við altjóða menningini og gagnnýta tey amboð, sum eru, og stuðla undir, at føroyskt verður tikið við á stórar pallar, tó at vit samstundis sjálv mugu byggja karmarnar og hava ræði á okkara egnu málsligu framtíð. Tað er ov vandamikið bert at líta á amboð, sum stórar altjóða fyritøkur hava ment, og sum duga føroyskt av tilvild – á rættiliga ymiskum støði. Hesi amboðini eru ikki ment við føroyskum og føroyingum í huga, og tí kenna tey ikki nóg væl okkara mentan, mál og tørvir.

Gjøgnum tíðina hava verið ymsir varðar á leiðini fyri føroyska málmenning. Ein týðandi varði varð laðaður, tá ið vit fingu egið skriftmál. Uttan skriftmál kann eitt mál ikki nýtast í øllum samfelagsøkjum og í øllum samskiftisstøðum. At fáa føroyska málið væl umboðað í tøkni og vitlíki kann sammetast við hetta. Megna vit ikki at hetta, kann málið í framtíðini ikki nýtast til fulnar í øllum viðurskiftum. Hesin nýkomni varðin má laðast nú fyri at framtíðartryggja karmarnar at nýta føroyskt mál. 

Framløgan endaði við eini áheitan – bæði á politikarar og samfelagið alt – um at gera íløgur í máltøkni og vitlíki í heila tikið og at seta politiska orku og fígging í arbeiðið at tryggja føroyskum máli innivist í talgilda heiminum.

Scroll to Top