Granskingarráðið stuðlar teldutýðing

Granskingarráðið hevur játtað stuðul til eina nýggja verkætlan, ið hevur til endamáls at menna teldutýðing millum føroyskt og enskt. Tað er Barbara Scalvini, adjunktur í teldufrøði á Náttúruvísindadeildini á Setrinum, sum er leiðari í verkætlanini. Aftur at sær hevur hon Iben Nyholm Debess, ph.d.-vísindastarvsfólk á Føroyamálsdeildini á Setrinum. Saman arbeiða tær á Máltøknideplinum.

Ein spennandi táttur í verkætlanini er, at henni tørvar luttøku frá einari fjøld av føroyskum málbrúkarum. Tú og eg kunnu brúka teldutýðaran at týða tekstir millum føroyskt og enskt. Síðani ber til at koma við eini meting av týðingini og at gera møguligar broytingar í týðingartekstinum. Hesar afturmeldingar verða síðani brúktar til at gera framtíðar týðingar enn betri við framhaldandi menning av teldutýðingarmyndlinum. Soleiðis kanst tú hava beinleiðis ávirkan á, hvørji orð og orðingar verða brúkt í teldutýðingum í framtíðini, og hetta gevur vanliga føroyska málbrúkaranum møguleika at sleppa til orðanna. Hendan tilgongdin byggir á eitt málsliga demokratiskt sjónarmið og tekur støði í veruligu nýtslustøðuni. 

At fáa hjálp frá øllum málbrúkarum er eisini sera umráðandi, nú stórmálmyndlar fáa størri og størri vald, og nýtslan av teimum sæst í bæði gerandishøpi og arbeiðshøpi, eisini her í Føroyum. Skulu serføroysk orð, evni og hugtøk fáa innivist á talgildum pallum í framtíðini, so er neyðugt, at vit kunnu fóðra t.d. teldutýðingarmyndlum við hesum orðunum, evnunum og hugtøkunum. Íkast frá føroyskum málbrúkarum kann tí veruliga gera mun. 

Fyri at fáa ein týðingarpall upp á beinini verður fyrst arbeitt við at gera ein so góðan teldutýðingarmyndil, sum til ber. Hetta verður m.a. gjørt við:

  1. At víðka um tvímálslig dátusett við at gagnnýta førleikarnar hjá stórmálmyndlum.
  2. At neyvstilla ein fleirmálamyndil at týða millum føroyskt og enskt.

Eftir tað verður týðingarpallurin settur upp, sum í fyrstu atløgu hjálpir tær at týða tekstir, og sum í aðru atløgu hjálpir granskarum at gera teldutýðingar enn betri.

Hendan verkætlanin hevur við sær eitt máltøkniligt undirstøðukervi, sum ikki bara gagnar føroyskum máli, men sum eisini kann vera til gagns fyri onnur mál við lítið av málsligum tilfeingi. Ein týðandi partur av verkætlanini er, at alt verður opið. Týðingarmyndlar, tvímálslig dátusett av høgari góðsku og metingarkarmar verða atkomulig fyri øllum – granskarum, mennarum, fyritøkum, almenningi – so menningin kann halda fram, eftir at verkætlanin er komin á mál. Við hesum er gáttin lægri hjá smærri fyritøkum ella einstaklingum at menna myndlar til føroyskt, umframt at tøknirisar hava betri møguleikar at leggja føroysk máltøknilig amboð inn á sínar tænastur.

Vit hava seinnu árini sæð fleiri størri, útlendskar tøknipallar, sum týða í og úr føroyskum (eitt nú Google Translate, ChatGPT, Claude). Hetta er at gleðast um, og nógv brúka hesar tænastur. Men umráðandi er, at vit føroysktalandi eisini eru partur av menningini. At hava opnar myndlar, sum verða mentir av okkum sjálvum her í Føroyum, gevur okkum møguleika at varðveita ræðið á máltøkniligum amboðum til føroyskt og menna staðbundna serfrøði á hesum fakøki, sum er í rúkandi menning. 

Verkætlanin verður fíggjað av Granskingarráðnum og Fróðskaparsetrinum. Farið verður undir verkætlanina beinanvegin, og eftir ætlan verður týðingarpallurin atkomuligur hjá almenninginum í oktobur 2025. Verkætlanin verður liðug á vári í 2026.

Scroll to Top