24.-26. februar varð ráðstevnan LT4ALL (Language Technologies for All – Advancing Humanism through Language Technologies) hildin í høvuðssætinum hjá UNESCO í París. Evnið fyri ráðstevnuna var sostatt “máltøkni fyri øll,” og ráðstevnan var serliga ætlað umboðum fyri smá og hótt mál. Endamálið við ráðstevnuni er at fremja máltøkniliga menning við at leggja dent á at styrkja smærri samfeløgini. Umrøtt var sambandið millum tøkni, mál og samfeløg úr vísindaligum, tøkniligum, mentanarligum, málsligum, búskaparligum, politiskum og etiskum sjónarhornum. Endamálið er at ikki bert nýta tøkni til at fremja seg sjálvt, men eisini til at stuðla og økja um førleikarnar og møguleikar hjá einstaklingum. Sum beinleiðis úrslit frá ráðstevnuni verður skrivað ein rapport við niðurstøðum, tilmælum og átaksætlan, sum verður latin UNESCO.
Trý av starvsfólkunum á Máltøknideplinum vóru boðin at luttaka á ráðstevnuni saman við fleiri enn 400 luttakarum úr øllum heraðshornum – m.a. granskarar, politikararar, embætisfólk, fyritøkur. Yvir tríggjar dagar vóru upplegg, kjak og framløgur av alskyns slagi. Dagarnir høvdu ymisk temu – 1) Avrik, 2) Avbjóðingar og 3) Loysnir.
Barbara, Iben og Dávid vóru biðin at hava eina poster-framløgu um føroyskt og arbeiðið við máltøkni, sum fer fram her. Framløgan kann síggjast her. Nógv vóru áhugað at hoyra um støðuna hjá føroyskum máli, og vit fingu gott samband við viðkomandi fólk. Eisini er Barbara partur av toyminum, sum skrivar endaligu rapportina.
Umframt at læra um nýggja tøkni og møguleikar fingu vit ein serstakan møguleika at hoyra um umstøðurnar hjá fleiri smáum málum í verðini, ið vit vanliga ikki arbeiða við. Hóast vit á Máltøknideplinum arbeiða við føroyskum máli, er gott at breiðka málsliga sjónarhornið. Tøkniligu støðurnar hjá smáum og hóttum málum eru sera ymiskar, men felags fyri øll var, at máltøknilig menning eigur at verða drivin av staðbundnum samfelagsligum tørvi og ynskjum. Ein gjøgnumgangandi niðurstøða frá ráðstevnuni var, at tað hevur alstóran týdning, at móðurmálstalarar og lokalsamfelagið eru partur av menningini av máltøkni. Hesa hugsjón leggja vit eisini stóran dent á í okkara arbeiði og gransking á Máltøknideplinum.
Ráðstevnan varð hildin í sambandi við, at áratíggjuni 2022-2032 eru altjóða áratíggju fyri upprunamál, og at altjóða móðurmálsdagur var 21. februar.



