Dictus gevur talukennara út

Nú ber til at brúka føroyskan talukennara beinleiðis á Windows-teldum! Forritið, sum ber heitið Dictus Sun, er ment í einum samstarvi millum Grunnin Talutøkni og donsku fyritøkuna Dictus. Máltøknidepilin hevur eisini veitt málsliga ráðgeving í verkætlanini. Hetta forritið ger tað møguligt hjá tær at skriva á føroyskum við tíni rødd, uttan at tú noyðist at brúka knappaborðið.

Við Dictus Sun kanst tú nú skriva teldupostar, skjøl, og uppsløg á sosialum miðlum bert við at siga tað, tú ynskir at skriva. Hetta hevur leingi borið til á øðrum málum, men nú er hetta møguligt á føroyskum! Forritið hevur góðan neyvleika, og tað kann skriva føroyskan tekst beinanvegin eftir, at tú hevur sagt eitt orð ella ein setning.

Útgávutiltakið fyri føroyska Dictus Sun varð hildið í Smæruni mikudagin 28. august. Har høvdu Grunnurin Talutøkni og Dictus eina gjøgnumgongd av forritinum, og vit fingu at vita, hvussu tað kann nýtast saman við øðrum hjálparforritum sum IntoWords. Eisini varð komið inn á, hvussu brúkarin kann fáa besta úrslit, tá ið hann brúkar forritið.

Gev tína rødd og hjálp við at betra føroyska talukenning

Tað er framvegis brúk fyri fleiri røddum til at betra um føroyska talukenning. Um tú vilt vera við til at menna føroyska máltøkni, kanst tú geva tína rødd við at fara inn á heimasíðuna hjá Dictus og lesa nakrar setningar upp. Upptøkurnar verða brúktar til at betra um talukennaran, soleiðis at hann kann gerast enn betri og neyvari fyri allar føroyingar. Upptøkurnar, sum Dictus savnar inn, verða eisini seinni latnar Máltøknideplinum at umsita og nýta frítt, soleiðis at øll í framtíðini kunnu fáa gagn av hesum.

Les meira og gev tína rødd á heimasíðuni hjá Dictus.

Scroll to Top