Máltøknidepilin samstarvar nú í verkætlanini TrustLLM. Hetta er sera spennandi og positivt fyri føroyskt mál.
TrustLLM-verkætlanin er eitt samstarv millum fleiri stovnar og universitet úr ymsum evropeiskum londum, og Máltøknidepilin virkar sum uttanhýsis samstarvspartur í verkætlanini.
TrustLLM-verkætlanin mennir álítandi stórmálmyndlar (LLMs), sum fevna um stór og smá mál. Verkætlanin er miðsavnað um evropeisk mál og viðurskifti. Høvuðsendamálið við TrustLLM er menningin av einum opnum, álítandi og sannførandi stórmálmyndli. Myndilin fevnir í fyrstu atløgu um germonsk mál, eitt nú føroyskt. Leikluturin hjá Máltøknideplinum í verkætlanini verður at savna inn føroyskar máldátur og ráðgeva í føroyskum málviðurskiftum. Úrslitið er, at føroyskt verður partur av endaliga myndlinum, sum gevur okkum her í Føroyum møguleika at nýta myndilin til alskyns endamál á føroyskum.



