Starvsfólk á Máltøknideplinum á Setrinum hava verið á stóru ráðstevnuni LREC-COLING2024 í Torino í Italia dagarnar 20.-25. mai. Ráðstevnan var í ár ein samanrenning av tveimum ráðstevnum, LREC (Language Resources and Evaluation Conference) og COLING (International Conference on Computational Linguistics). Vísindaliga ráðstevnan taldi knappar 3.000 luttakarar og 1.500 framløgur um alskyns evni og nýggjastu gransking innan máltøkni og teldufrøðiliga málvísindi. Serliga leitaðu starvsfólkini sær vitan um evni sum teldutýðing, dátutilgerð, talutøkni, marking av dátum og meting av málmyndlum, sum eru teirra dagligu granskingarøki.
Frá Setrinum vóru tvær framløgur. Barbara Scalvini og Iben Nyholm Debess løgdu fram um greinina “Evaluating the potential of language-family-specific generative models for low-resource data augmentation: a Faroese case study,” sum kann lesast her. Eisini løgdu Iben Nyholm Debess frá Setrinum og Hafsteinn Einarsson og Annika Simonsen frá Háskóla Íslands fram um greinina “Good or Bad News? Exploring GPT-4 for Sentiment Analysis for Faroese on a Public News Corpus,” sum kann lesast her.
Starvsfólkini koma heim aftur ríkað við nógvari nýggjari vitan, hugskotum og fakligum sambondum, sum fara at menna virksemið á Máltøknideplinum frameftir.



