Verkætlanin Ravnur komin undir land

Ravnur

Verkætlanarbólkurin Ravnur fekk sum uppgávu at savna og framleiða tilfar til ein BLARK og at gera ein føroyskan talukennara. Í 2019 fór verkætlanin í gongd, og BLARK 1.0 varð greiddur úr hondum 1. juli 2022.

Verkætlanarbólkurin

Máltøkni knýtir saman málfrøði og KT, so við í verkætlanini hava verið málfrøðingar, lesandi á Føroyamálsdeildini umframt onnur hjálparfólk og KT-fólk.

Upptøkur í høgari góðsku

Verkætlanin Ravnur hevur savnað taluroyndir við góðum upptøkutólum, so upptøkurnar kunnu brúkast til nógva ymsa tøkni og gransking.

Øll málføri umboðað

Í verkætlanini bleiv stórur dentur lagdur á, at øll málførini í Føroyum skuldu verða umboðað í upptøkunum, umframt at fólk í ymsum aldursbólkum vóru við.

Open Source

Stórur dentur varð frá byrjan lagdur á, at tilfarið, sum Ravnur menti, skuldi vera Open Source. Tað merkir, at tað málsliga tilfeingið verður frítt atgeingiligt at taka niður og víðarimenna til ymiska talutøkni so sum ein talukennara. Hetta er vitanardeiling, sum sparir føroyska (mál)samfelagnum fíggjarliga orku!

Hvat er ein BLARK’ur?

BLARK stendur fyri “Basic Language Resource Kit.” Í einum BLARK’i er sostatt alt tað tilfarið í einum ávísum máli, sum einum tørvar til at gera ymsa máltøkni, t.d. ein talukennara. BLARK’urin er serliga ætlaður til at gera talukennarar, men dáturnar í honum kunnu eisini brúkast til eitt nú teldutalu, leksikografi og málgransking.

Scroll to Top