Korp er ein tekstagrunnur hjá Giellatekno á Universitetinum í Tromsø og hjá Divvun.
Tekstagrunnurin er eisini mállæruliga frámerktur, so tú kanst t.d. leita eftir setningum, har orðið “mamma” (í øllum bendingarsniðum við at velja “grunnform”) stendur fyrst, og har næsta orðið skal vera eitt fornavn (við at velja “pronomen”). Soleiðis fært tú setningar sum “Tað er mamma mín eisini” og “Eg fekk tað frá mammu okkara.” Hesar stillingarnar kunnu veljast, um tú gert eina víðkaða leiting (utvidet).
Til ber eisini at hyggja í hesa vegleiðingina til, hvussu leitast kann í tekstagrunninum.





