Barbara Scalvini á Náttúruvísindadeildini á Setrinum hevur í samstarvi við Máltøknidepilin tikið talukennaran hjá Carlos Mena og lagt hann inn í eina brúkaravinarliga síðu. Talukennarin, sum er brúktur, er serliga bygdur á BLARK‘in hjá Verkætlanini Ravni.
Legg til merkis, at talan er um eina royndarsíðu, so talukenningin tekur sína tíð. Tú kanst vænta, at tað tekur líka langa tíð at viðgera eitt ljóðbrot, sum ljóðbrotið er langt. Hesin talukennarin kann bara viðgera eitt ljóðbrot í senn, so um onkur annar brúkar talukennaran, akkurát tá ið tú setur í gongd, so endar tú í kø. Men tín talukenning fer í gongd, so skjótt hin talukenningin er liðug. Hetta sært tú ovast í høgra horni, eftir at tú hevur sett talukenningina í gongd. Um har stendur “queue: 1/1,” merkir tað, at tú ert nummar 1 í køini, og at tað sostatt longu er ein talukenning í gongd. Um tað stendur “queue: 2/2,” ert tú nummar 2 í køini o.s.fr.
Funkan við leinki verður brúkt soleiðis:
Tú kanst leggja eitt leinki til eina beinleiðis ljóð- ella videofílu inn. Slík leinki enda ofta við .mp3 ella .wmv ella líknandi.
Um tú skalt talukenna beinleiðis úr einum videoavspælara, kanst tú opna mennaraamboðið í netkaganum (ofta við at trýsta á F12). Far til bjálkan “net” ella “network.” Tá ið tú lesur síðuna inn, sært tú onkur leinki, sum enda við “m3u8.” Trýst á tey og avrita leinkið og set tað inn í teigin í talukennaranum. Hetta riggar t.d. á kvf.fo og logting.fo.





