Vælkomin til Miklamálgrunnin!

Ein kunningarsíða í sambandi við tekstainnsavning í verkætlanini Miklamálgrunninum.

Hvussu kann eg hjálpa?

Vit eru sera takksom fyri allan tekst, sum vit kunnu fáa! Um tú hevur latið úr hondum fleiri bøkur, ella um tú onkuntíð hevur skrivað ein stíl, eina uppgávu ella onkrar greinir, so taka vit fegin ímóti tí. Fyri okkum er allur tekstur virðismikil!

Hvat er Miklamálgrunnurin?

Miklamálgrunnurin er ein verkætlan hjá Máltøknideplinum á Føroyamálsdeildini á Setrinum. Endamálið er at savna inn stórar mongdir av føroyskum teksti, sum kann brúkast til at menna máltøknilig amboð og gera tekstin atkomuligan til ymisk endamál so sum undirvísing, gransking og menning av máltøkni.

Hví skal eg lata Miklamálgrunninum mínar tekstir?

Tínir tekstir eru virðismikið tilfeingi í m.a. málsligum kanningum, orðabókagerð og máltøkni.
Allur tekstur verður viðgjørdur við virðing fyri tínum rættindum sum upphavsfólk.
Tú ert við til at fáa føroyskum máli innivist í talgildu framtíðini.
Tú ert við til at tryggja, at føroyska málinum verður lív lagað í talgildu menningini.

Hvat vilt tú loyva okkum?

Vit vilja helst hava so nógvan tekst sum gjørligt, men vit skilja eisini, at ymiskir tekstir hava ymiskt virði. Vit ynskja sjálvandi at virða upphavsrættin hjá høvundinum. Tí hava vit gjørt tað møguligt hjá tær at lata okkum tekstir við 3 ymiskum brúksloyvum, har teksturin antin kann: (a) brúkast frítt, (b1) brúkast í eini leitiskipan ella (b2) brúkast til at menna amboð og myndlar.

Tá ið tú letur Máltøknideplinum tínar tekstir, velur tú, hvussu teir kunnu brúkast. Vel ein av møguleikunum vinstrumegin fyri at fáa betri yvirlit yvir loyvini.

Við opna loyvinum fæst mest nytta burtur úr tínum teksti, og hann kann brúkast til alt millum himmal og jørð, harímillum til at menna amboð og málmyndlar og til at leita í á leitiskipanini.

Leitiskipanin er tað mest avmarkaða loyvið. Tá ber bara til at fáa atgongd til ein setning úr tínum teksti í senn við at leita eftir ávísum orði ella orðasambandi.

Tín tekstur kann brúkast til at menna amboð og myndlar, men teksturin sjálvur verður ikki atkomuligur nakrastaðni í síni heild. Hann kann latast samstarvspørtum undir somu treytum.

Loyvi og nýtsludømi

Opið loyvi

Við opna loyvinum kann tín tekstur brúkast til mangt og hvat. Tá er tað bara hugflogið, sum setur markið! Tú sært nøkur dømi um nýtslu við at trýsta á knøttin niðanfyri.

Hví skal eg velja hetta loyvið?

Tú vilt vera við til at stuðla undir alla menning av føroyskari máltøkni.
Tað fæst mest møgulig nytta burtur úr tekstunum hjá tær.
Tú hevur ikki serlig áhugamál (t.d. fíggjarlig áhugamál) í at avmarka atgongdina at tínum tekstum.

Hugflogið setur markið

Við opna loyvinum verður teksturin lagdur út og kann brúkast til mangt og hvat. Tá kunnu dugnalig fólk kring allan heim brúka hann til at menna alskyns amboð. Her er tað bara hugflogið, sum setur markið!

Kjattmenni

Tað er neyðugt at hava eina rúgvu av teksti, um eitt kjattmenni skal gerast. Um tú gevur okkum tínar tekstir, kunnu teir brúkast til at menna eitt slíkt. Soleiðis kunnu tínir tekstir vera við til at gera, at kjattmennið fer at duga betur føroyskt!

Talukenning

Teksturin hjá tær kann vera partur av grundarlagnum undir einum málmyndli, sum verður brúktur til talukenning. Soleiðis fer talukennarin at duga betur at skriva orð, sum tú áður hevur skrivað.

Teldutýðing

Um ein týðingarmálmyndil hevur eitt stórt tekstagrundarlag at byggja sínar føroysku málførleikar uppá, verður týðingin tað betri. Tá fer málmyndilin at duga betur at týða til tað veruliga føroyska málið, sum vit øll kenna.

Leitiskipan

Tú kanst loyva okkum at leggja tínar tekstir í okkara leitiskipan. Her er eitt dømi um eina slíka leitiskipan, sum er gjørd til tann íslendska tekstagrunnin Risamálheild. Undir “Nýtsludømi” sæst, hvat ein slík leitiskipan kann brúkast til.

Hví skal eg velja hetta loyvið?

Tú vilt vera við til at stuðla undir gransking av føroyskum máli, uttan at tínir tekstir verða brúktir til at menna málmyndlar.
Tú hevur størri ræði á tekstinum, tí hann kann ikki takast niður.
Tú vilt avmarka atgongdina, soleiðis at ein og hvør ikki fær fatur í tínum tekstum.

Orðabókagerð

Við eini slíkari leitiskipan er lættari hjá orðabókaritstjórum at taka avgerð um, hvørji orð skulu í orðabókina, og hvussu tey skulu stavast og bendast.

Málnormering

Tá ið Málráðið skal gera av, hvussu eitt orð í Stavsetingarorðabókini skal stavast ella bendast, kann avgerðin verða grundað á tekstir í eini slíkari leitiskipan.

Teksthøvundar

Um tú situr og skrivar ein tekst, men tú stríðist við at finna út av, um tað er vanligari at skriva “nærhendis húsunum” ella “nærindis húsini,” so kanst tú leita eftir “nærindis,” har orðið aftanfyri er eitt navnorð í ávikavist hvønnfalli ella hvørjumfalli.

Málgranskarar

Granskarar kunnu brúka leitiskipanina til at kanna, hvussu føroyskt mál er. Eitt nú hevði borið til at kannað, hvussu vanligt tað er at skriva “eg dámi” í staðin fyri “mær dámar.”

Amboð & myndlar

Ein annar møguleiki er, at tú loyvir okkum og okkara samstarvspørtum at brúka tínar tekstir til at menna amboð og trena málmyndlar. Tað er eitt sindur ymiskt, hvat teksturin kann verða brúktur til, men tú sært nøkur nýtsludømi niðanfyri.

Hví skal eg velja hetta loyvið?

Tú vilt vera við til at stuðla menning av føroyskari máltøkni.
Tú hevur størri ræði á tekstinum, tí hann kann ikki takast niður, men verður bara deildur við samstarvspartar hjá Máltøknideplinum.
Tú vilt avmarka atgongdina, soleiðis at ein og hvør ikki fær fatur í tínum tekstum.

Kjattmenni

Til at gera eitt kjattmenni, noyðist mann at hava eina rúgvu av teksti. Við at loyva okkum at brúka tekstirnar til at menna málmyndlar, eru tínir tekstir við til at læra kjattmenni at duga betur føroyskt!

Talukenning

Teksturin hjá tær kann vera partur av grundarlagnum undir einum málmyndli, sum verður brúktur til talukenning. Soleiðis fer talukennarin at duga betur at skriva orð, sum tú áður hevur skrivað.

Teldutýðing

Um ein týðingarmálmyndil hevur eitt stórt tekstagrundarlag at byggja sínar føroysku málførleikar uppá, verður týðingin tað betri. Tá fer málmyndilin at duga betur at týða til tað veruliga føroyska málið, sum vit øll kenna.

Yvirlit: loyvi og nýtsla

Opið loyvi

Leitiskipan

Amboð & myndlar

Teksturin verður alment atkomuligur

Teksturin verður atkomuligur á eini leitiskipan

Teksturin kann brúkast til at menna málmyndlar

Teksturin kann brúkast til málgransking

Yvirlit: loyvi og nýtsla

Teksturin verður alment atkomuligur

Opið loyvi

Leitiskipan

Amboð & myndlar

Teksturin verður atkomuligur á eini leitiskipan

Opið loyvi

Leitiskipan

Amboð & myndlar

Teksturin kann brúkast til at menna málmyndlar

Opið loyvi

Leitiskipan

Amboð & myndlar

Teksturin kann brúkast til málgransking

Opið loyvi

Leitiskipan

Amboð & myndlar

Bronglan

Tá ið tú letur okkum tekst, velur tú, um hann skal bronglast ella ikki. Bronglan hevur við sær, at vit klippa tekstin sundur í bitar, taka ein part av bitunum burtur, og so blanda vit teir írestandi bitarnar tilvildarliga. Soleiðis kunnu vit tryggja, at tínir tekstir ikki kunnu endurskapast í sínum upprunalíki.

Brongla ella ikki brongla?

Við at brongla tekstin kann upprunateksturin ikki endurskapast.
Serliga ætlað rithøvundum: við bronglan ber illa til hjá fólki at petta saman bitarnar fyri at kunna lesa tína bók ella skaldsøgu.
Bronglaður tekstur kann framvegis nýtast til gransking og menning av málmyndlum, men tað fæst altíð meir burtur úr óbronglaðum teksti enn bronglaðum teksti.

Hvussu kann eg lata mín tekst?

Fyri at vit skulu kunnu brúka tínar tekstir er neyðugt við loyvi frá tær. Um teksturin er givin út, mugu vit eisini fáa loyvi frá forlagnum. Hendan partin orðna vit, so tað einasta tú skalt gera er at skriva undir avtalu við okkum og velja undir hvørjum treytum teksturin verður latin okkum.

Næstu stigini:

Tú fyllir út og sendir okkum avtaluna við telduposti.
Tú skrivar í teldupostinum, hvørjar tekstir vit kunnu fáa.
Vit fáa tekstin frá tær ella frá forlagnum.
Um neyðugt samskifta vit við forlagið um at fáa loyvi haðani eisini.

Hvar eru vit, og hvagar vilja vit?

tekstir
setningar
orð
orð higartil
av 100 mió.
Scroll to Top