Grunnurin Talutøkni hevur nú fingið amboðini Teldutala.fo og Dictus út til øll lesandi í Føroyum. Soleiðis verður gerandisdagurin lættari hjá teimum, sum hava verri við at skriva og lesa.
Við Teldutala.fo kanst tú fáa tekst lisnan upp á føroyskum, og øll hava atgongd til hesa heimasíðuna. Tú mást bara stovna tær ein ókeypis brúkara fyrst. Síðani kanst tú leggja tekst inn ella leggja skjøl upp, og so velur tú eina av teimum átta røddunum. Sum nakað nýtt ber nú eisini til at velja barnarøddir. Talutøkni hevur lagt video út av, hvussu tú kanst brúka teldutaluna.
Talukennarin hjá Dictus kann skriva tað niður, sum tú sigur. Grunnurin Talutøkni hevur skipað soleiðis fyri, at øll lesandi nú kunnu rita inn við sínum lestrarbrúkara og brúka talukennaran hjá Dictus. Amboðið kann leggjast inn á Windows-teldur, umframt at tað er tøkt á netkaga. Á Facebook-síðuni hjá Grunninum Talutøkni kanst tú síggja, hvussu tú kanst brúka Dictus.



