Føroyskt mál á Google Translate

Nú er føroyskt á Google Translate.

Google hevur í samstarvi við Máltøknidepilin á Fróðskaparsetrinum lagt føroyskt aftur at mongu valmøguleikunum á Google Translate.

Í dag kemur nýggj dagføring av teldutýðingartænastuni Google Translate. Dagføringin hevur m.a. við sær eina víðkan av málum, sum til ber at velja. Heili 110 nýggj mál eru løgd aftur at tænastuni. Eitt av hesum málum er føroyskt.

Google hevur í samstarvi við Máltøknidepilin á Føroyamálsdeildini ment førleikarnar at týða føroyskt so mikið væl, at føroyskt er lagt aftur at ókeypis tænastuni. Hetta merkir, at vit nú kunnu týða millum føroyskt og eina ørgrynnu av málum í verðini.

Tað hevur verið eitt áhugamál hjá føroyingum í nógv ár at fáa føroyskt sum møguleika á Google Translate. Nógv ymisk átøk hava verið, summi stuttlig og kreativ (t.d. Faroe Islands Translate hjá Visit Faroe Islands), onnur faklig (týðingarverkætlan hjá Sprotanum) og eisini politisk (t.d. sendi løgmaður Google eitt videobrot við eini áheitan). Hóast hetta hevur tað verið torført at fáa føroyskt inn um gáttina hjá Google. Men nú er tann stundin endiliga komin til handa, har vit í Føroyum kunnu nýta tænastuna við og á okkara egna máli.

Týðingartænastan hjá Google hevur nógvar hentar funkur. Eitt nú ber til at tosa inn tað, ein ynskir at týða, og til ber at týða bæði heil skjøl, heimasíður og annað við einum klikki. Í fyrstu syftu eru talu- og hoyrifunkurnar og skjalafunkan ikki tøkar á føroyskum, men tað verður longu nú arbeitt við at menna hesar. Gjøgnumbrotið letur eisini hurðar upp fyri at fáa líknandi funkur á føroyskum inn á aðrar Google-tænastur, so sum Google Docs.

Hetta er fyrsta versjón av tænastuni á føroyskum, og enn verða kanska smærri villur. Máltøknidepilin á Setrinum fer framhaldandi at samstarva við Google um at betra um týðingargóðskuna bæði við at eftirmeta og við at deila dátur til víðari menning. Væntast kann tí, at tænastan gerst betri við tíðini.

Seinasta árið hava vísindastarvsfólk á Máltøknideplinum granskað í føroyskari teldutýðing. Arbeiðið hjá Barbaru Scalvini, Iben Nyholm Debess og Anniku Simonsen hevur ført til menning og eftirmeting av nýggjum teldutýðingarmyndlum, og tað er hetta granskingarvirksemið, sum hevur ført til sambandið við Google.

Samstarvið millum Google og Máltøknidepilin er gevandi fyri báðar partar, og tað heldur fram fyri at tryggja eina áhaldandi góðskumenning av tænastuni fyri føroyingar og onnur við áhuga í føroyskum.

Teldutýðing er hent tøkni og lættir um samskifti millum fólk og mentanir. Tað gerst lættari at lesa tilfar úr øðrum málum og skilja fólk, sum tosa eitt annað mál, enn ein sjálvur ger. Ferðafólk kunnu orientera seg betur og samskifta við íbúgvarnar, og tilflytarar hava stóra gleði av týðingartænastum sum part av sínari integratión.

Føroyskt verður rullað út á Google Translate frá hósdegnum 27. juni og skuldi verið tøkt hjá øllum brúkarum í seinasta lagi fríggjadagin 28. juni.

Scroll to Top